Fyri ein, ið er glutenviðkvæmur, er glutenfríur kostur púra avgerandi. Rætti kosturin er heiluvágurin, sum skal til. Tí er tað so avgerandi, at vitan um sjúkuna, og hvussu tú sleppur undan gluten, kemur út í hvønn krók í landinum.
Gluten ikki loyvt
Cøliaki er ein kronisk sjúka, og einasta viðgerð fyri sjúkuna er at sleppa tær av við gluten í matinum. Tí mást tú venja teg við at eta mat við ongum gluten í, og tú mást gera tað restina av lívinum.
Gluten er serliga í hveiti, rug og bygg.
Tú mást eisini ansa eftir, at tann havrin, sum tú etur, er glutenfríur. Einki gluten er í havra upprunaliga, men undir framleiðslu kemur havri ofta í samband við onnur kornsløg, sum hava gluten. Tí eiga fólk við cøliaki bara at eta havra, sum við vissu er framleiddur uttan gluten – og er frámerktur glutenfríur.
Gluten er í nógvum matvørum, eisini í vørum, har tú ikki væntar, at gluten er í. Tí er týdningarmikið, at tú altíð lesur vørulýsingar væl og virðiliga.
Les tilfarslistan
Í londunum kring okkum kunnu vørur verða merktar sum “glutenfríar” vørur ella vørur við “sera lítið gluten” í.
Reglurnar eru, at vørur, sum hava minni enn 20 mg gluten/kg kunnu verða merktar ”glutenfríar”, og vørur, sum hava minni enn 100 mg gluten/kg kunnu verða merktar at hava “sera lítið gluten” í.
Men tað er av alstórum týdningi, at tú lesur tilfarslistan, tá tú keypir tær sjálvum ella øðrum, sum hava cøliaki, matvørur. Tú mást lesa tilfarslistan, hvørja ferð tú keypir inn, tí framleiðarin kann broyta innihaldið í matvøruni.
Stendur tað á føroyskari vøru, at hon hevur onki gluten, er tað eftirfarandi. Men burtursæð frá kunning um, at einki gluten er í, eru tilfarslistar á føroyskum matvørum ikki altíð fullfíggjaðar og tískil ikki altíð eftirfarandi. Í skrivandi stund (novembur 2016) hava matvørumyndugleikarnir lovað, at merkireglur, á sama støði sum í grannalondunum, verða settar í gildi.
Reinføri kravt
Serligt reinføri er kravt í sambandi við cøliaki, tí einki – als einki – gluten skal vera í matinum. Fyri at tryggja at einki glutenstøv ella glutenrestir koma í matin, má hann ikki koma í bland við mat, sum hevur gluten.
Glutenfrítt breyð má ikki verða bakað samstundis sum vanligt breyð, og bakarar, sum selja breyð við ongum gluten í, baka tað vanliga fyrst á morgni eftir serligum reglum um reinføri, áðrenn teir fara í gongd við vanligu breyðini.
Í handlinum eigur sølufólkið at ansa væl eftir, at glutenfría breyðið ikki kemur í bland við hini, og at støv frá glutenvørum ikki koma á glutenfríu vøruna.
Tá ið borðreitt verður, eigur eisini at ansast eftir, at glutenvørur ikki nema við matin við ongum gluten.