At eta er ikki bara at eta
Viðgerðin fyri cøliaki er at broyta matvanar. Men at eta er ikki bara at eta. Matur er ofta knýttur at sosialari samveru, og tí ávirkar tað ofta alt tað sosiala lívið, tá ið ein fær staðfest cøliaki. Kenslan av at vera øðrvísi, og ikki at kunna tað sama sum hini, kann vera sterk. Nógv gluten er í hugnamati, ikki minst í ungdómsmentanini, og tað kann vera hart altíð at skula siga nei og ongantíð kunna vera spontanur, tá ið tað kemur til mat. Tað kann tí vera freistandi at velja samveruna frá, og einsemi er tí ein veruligur vandi hjá fólki við cøliaki.
Eitt gott hugskot er at gera ella keypa pitsur, pylsubreyð og annan hugnamat, og hava tað liggjandi klárt í frystaranum, so tað er skjótt at taka til, eftir eitt kvøld í býnum, tá farið verður á festival ella líknandi. At hava cøliaki krevur planlegging, men tá ið tað er blivið vani, er tað ikki so torført longur.
Heima hjá øðrum
Hevur tú cøliaki og ert boðin heim til onkran at eta, er tað eitt gott hugskot at siga vertunum frá, at tú hevur cøliaki og tí ikki tolir gluten.
Fyri at hjálpa teimum, kanst tú geva teimum nøkur fá góð ráð um, hvussu tey kunnu gera mat við ongum gluten í. Sig, at tú tolir sós, um bótarmolarnir eru glutenfríir og sósin er javnað við maisstívilsi í staðin fyri hveiti, og at tú tolir kjøt, men at títt stykki má ikki vera raspað. Spyr, um breyð er afturvið og sig, at tað kanst tú sjálv hava við.
Støkkur tú inn á gólvið hjá fólki og fært at eta, mást tú halda teg frá sós, blandkókaðum rættum, raspaðum mati, frystum eplavørum, breyði og annars tí mati, sum tú ivast í.
Summar føroyskar matstovur kunnu bjóða tær eina matskrá uttan gluten. Og fleiri kunnu gera tað, boðar tú frá í góðari tíð. Í flestu øðrum londum eru matstovur, sum bjóða glutenfrían mat á føstu matskránni. Hetta er tó mest vanligt í stórbýunum. Framvegis kann vera trupult at finna glutenfrían mat á smáplássum – eisini uttanlands.
Tá ið tú ferðast
Tá ið tú skalt ferðast við cøliaki, mást tú kanna, um tað ber til at keypa mat uttan gluten á staðnum, har tú skalt ferðast. Tú kanst hava breyð við ongum gluten í við tær á ferðini og kanna møguleikarnar at keypa alternativt breyð á staðnum, ella rís og epli.
Leita á netinum og fyrireika ferðina. Í fleiri londum eru feløg fyri fólk við cøliaki, sum kunnu vísa tær til matvøruhandlar og matstovur, sum selja mat við ongum gluten í. Undir hentar leinkjur eru leinkir til cøliakifeløg í grannalondum okkara.
Onkur flogfeløg bjóða mat við ongum gluten í, men hetta má verða bílagt í góðari tíð og kostar ofta eitt sindur eyka. Tað er eisini skilagott at hava egnan matpakka við í flogfarið ella umborð á ferjuna.
Tað er frálíkt, um tú, familja og vinir spyrja eftir glutenfríum mati í handlum, á matstovum, á flogvøllum og í kantinum. Á henda hátt hjálpa tit til við at gera vart við tørvin á, at tað skal bera til at fáa glutenfrían mat allastaðni í samfelagnum.
Hjáárin og kostískoyti
Sjúkueyðkennini eru mong. Sjúkan vísir seg ymiskt hjá ymiskum fólkum, tí niðurbrótingin av tarmunum kann ávirka so nógvar funksjónir í kroppinum.
Hjá børnum eru tunntarmarnir ikki altíð so illa farnir, og børnini kunnu koma skjótt fyri seg, verður sjúkan staðfest tíðliga, og barnið gevst at eta gluten. Men hjá nógvum, sum hava havt sjúkuna leingi uttan viðgerð, kunnu tað ganga ár, áðrenn tunntarmarnir virka aftur sum vanligt.
Eru tunntarmarnir illa farnir, kanst tú fáa hjáárin av ymsum slagi.
Tunntarmarnir framleiða vanliga kveikan laktasa, sum brýtur niður laktosu, ið er mjólkarsukur. Eru tarmarnir skaddir, kann hendan funksjónin stegða, og summi fólk við cøliaki tola tí ikki mjólkarsukur. Tí verður mælt til, at tey, sum hava fingið staðfest cøliaki, brúka laktosufría mjólk, jogurt og róma tað fyrsta hálva árið. Tey flestu tola mjólkarsukur aftur, tá ið tarmarnir eru komnir fyri seg.
Tað kann vera neyðugt hjá fólki við cøliaki at fáa serlig ískoyti, tí kroppurin fær ikki neyðugu evnini ígjøgnum tunntarmarnar. Tað eru eitt nú B12-vitamin, D-vitamin og kalsium. Viðmælt verðurvaksnum fólki við cøliaki at eta 1500 mg av kalsium hvønn dag fyri at fyribyrgja beinbroyskni.
Vanligu vørurnar við gluten – hveiti, rug og bygg – eru eisini góðar vitaminkeldur (B-vitamin, E-vitamin, kalsium og jarn). Tí er týdningarmikið, at tú tryggjar tær, at tú finnur alternativar vitaminkeldur og etur fjølbroyttan mat.