Soleiðis er cøliaki
Hevur tú cøliaki, tolir tú ikki gluten. Gluten er eitt protein, ið finst í hveiti, rug, bygg og kann eisini vera í havra. Gluten kann sostatt vera í nógvum vanligum matvørum – eisini har tú minst væntar tað.
Cøliaki, ella glutenviðkvæmi, er sjálvórinssjúka (autoimmun), sum ger, at immunskipanin fatar gluten, sum boð um at framleiða andevni. Og andevnini niðurbróta tunntarmarnar. Nógv føðsluevni verða tikin upp í tunntarmunum, og tí ávirkar sjúkan í stóran mun kropsligu vælveruna.
Nógv fólk, sum hava cøliaki, merkja serliga sjúkuna við, at tey hava leyst lív og magapínu. Men sjúkueyðkennini eru nógv og ymisk (sí Sjúkueyðkenni).
Talan er um kroniska sjúku, sum tú ikki sleppur av við, men sum tú kanst læra at liva við. Og, sum tú kanst liva væl við, etur tú rættan kost.
Etur ein persónur, sum hevur cøliaki, gluten, verða tunntarmarnir alsamt veikari, og persónurin kann fáa fleiri sjúkueyðkenni. Gevst ein persónur, sum hevur cøliaki, at eta gluten, steðgar niðurbrótingin, og persónurin kann fáa tað betri.