Viðtøkur fyri Cøliakifelag Føroya

 

§ 1

Navn felagsins er Cøliakifelag Føroya

Heimstaður: Íslandsvegur 10 C, 100 Tórshavn, Føroyar

 

§ 2

Endamál felagsins:

At taka sær av áhugamálunum hjá cøliakisjúklingum í Føroyum.

At upplýsa og ráðgeva, serliga nýggjum limum um sjúkuna – hvørjar likamligar, samfelagsligar og fíggjarligar avleiðingar, hon hevur.

Felagið røkir áhugamál limanna úteftir.

At kunna almenningin um sjúkuna og hvørjar umstørðurnar eru hjá sjúklingunum.

At arbeiða fyri at víðka og bøta um tilboðini av glutenfríum vørum í Føroyum soleiðis, at tað fíggjarliga og á annan hátt gerst møguligt hjá cøliakisjúklingum og familjum teirra at liva eitt vanligt lív.

At stuðla og samstarva við onnur feløg, sum m.a. røkja somu endamál cøliakisjúklingum í Føroyum at gagni.

 

§ 3

Limir:

Einstaklingar, sum hava cøliaki, og persónar, ið hava tilknýti ella áhuga fyri hesi sjúku, kunnu gerast aktivir limir. Feløg, stovnar og kommunur kunnu gerast passivir limir.

 

§ 4

Limagjald:

Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundi.

 

§ 5

Ársaðalfundurin:

Felagsins hægsti myndugleiki í viðurskiftum á staðnum er ársaðalfundurin, og kunnu allir limir møta.

Regluligur aðalfundur verður hildin í mai. Boð um aðalfund verða send við telduposti og umvegis sosialar miðlar eins og lýst verður alment við fundinum tríggjar vikur frammanundan.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi 14 dagar fyri fundin.

Uppskot til lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi 14 dagar fyri fundin.

Uppskot um avtøku av felagnum skal somuleiðis sendast nevndini 14 dagar fyri aðalfundin.

Avgerðin verður tikin á einum komandi eykaaðalfundi.

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er atkvøða forkvinnu/formansins avgerandi.

Ársaðalfundurin viðger hesi mál:

  1. Val av orðstýrara
  2. Ársfrágreiðing forkvinnu/formansins
  3. Grannskoðaður roknskapur
  4. Ásetan av limagjaldi
  5. Val av nevnd og grannskoðara
  6. Innkomin mál
  7. Ymiskt

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið 1/3 av limunum ynskja tað, og galda somu reglur fyri eykaaðalfundin, sum fyri ársaðalfundin.

 

§6

Felagið verður stýrt av nevnd við fimm limum.

Nevndin skipar seg við forkvinnu/formanni, næstforkvinnu/-formanni, skrivara, kassameistara/limalistarøkli og nevndarlimi, ið røkir samband við ung. Forkvinna/formaður og kassameistarin saman tekna felagið.

Tveir nevndarlimir standa fyri vali annaðhvørt ár og tríggir nevndarlimir standa fyri vali annaðhvørt ár.

Nevndin hevur fund fýra – fimm ferðir um árið og annars um tørvur er á tí.

 

§ 7

Ráðgevar:

Nevndin arbeiðir fram ímóti, at serkønir ráðgevarar innan heilivág og sjúkrakost verða knýttir at felagnum.

 

§ 8

Limafundir:

Skipað verður fyri einum upplýsandi fundi um árið.

 

§ 9

Roknskapur:

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Grannskoðaður roknskapur skal, saman við fráboðanini um ársaðalfund, sendast limunum.

 

§ 10

Stuðul og gávur:

Felagið tekur ímóti gávum, almennum og privatum stuðuli, og gávum givnar við testamenti.

 

§11

Avtøka av felagnum:

Uppskot um at felagið verður avtikið, kunnu bert koma undir atkvøðu á einum eykaaðalfundi. Í minsta lagið helvtin av limunum skulu vera møttir, og mist ¾ av teimum, ið møtt eru, skulu atkvøða fyri avtøku av felagnum.

Verður felagið tikið av, skulu møguligu ognir tess latast einumhvørjum tiltaki í Føroyum, ið er cøliakisjúklingum at gagni. 

Soleiðis samtykt á ársaðalfundi í Gøtu hin 20.mai 2017