Sjúkueyðkenni

Sjúkueyðkennini við cøliaki eru ymisk og samansett.

Nøkur teirra eru, at tú:

  • hevur luft í maganum
  • hevur leyst lív
  • hevur hart lív
  • hevur magapínu
  • lætt fært vaml
  • lætt tapir teg
  • lætt tekur uppá
  • hevur liðapínu
  • hevur sár í munninum
  • hevur húðtrupulleikar
  • hevur húðsjúku (dermatitis herpetiformis DH)
  • missir hár
  • hevur trupulleikar við emaljuni á tonnunum
  • ofta kennir teg móðan
  • javnan hevur høvuðpínu
  • javnan ert í ringum lag
  • hevur tunglyndi
  • hevur trupult at gerast við barn
  • kastar burtur
  • hevur vánaliga vøddasamskipan
  • kennir stirðnan ella prikan í hondum og fótum
  • kanst fáa beinbroyskni
  • kanst fáa tarmkrabba

Seinárin

Hjá børnum kann eitt sjúkueyðkenni eisini vera, at barnið ikki trívist ella ikki veksur, sum tað eigur.

Eru sjúkueyðkennini ikki týðulig, kunnu tað ganga ár, áðrenn sjúkan verður staðfest. Nógv, sum hava
cøliaki, fáa ongantíð staðfest sjúkuna, men mugu stríðast við ymisk hjáárin uttan at fáa hjálp. Verður sjúkan ikki staðfest og viðgjørd við glutenfríum mati, kann viðkomandi fáa nógv seinárin.