Luftigir havra/majs bollar

Lættir og lekrir havra/majsbollar - 14 bollar

Tilfar:

  • 100 g smør
  • 4 dl mjólk
  • 2 dl lunka vatn (38 stig)
  • 1 pk turrger = 11 g
  • 1 egg
  • 1 spsk honning
  • 20 g fiberhusk
  • 175 g glutenfrítt havramjøl
  • 125 g majsmjøl (gult og fínt, ikki grýn)
  • 200 g eplamjøl
  • 1 tsk salt
  • 2 tsk hjortetakssalt

Soleiðis gert tú:

  1. Smør og mjólk smeltast til 38 stig.
  2. Blanda turrger og lunka vatn saman og lat standa 10 min
    til tað skúmar.
  3. Rør eggið og honningina saman og koyr í mjólka/smør-
    blandið og rør.
  4. Koyr blandingina í gerskúmi og rør skjótt.
  5. Koyr síðani fiberhusk í og rør væl og skjótt, uml. 3 min.
  6. Blanda øll mjølini, salt og hjortetakssalt væl saman og
    koyr í og rør í 10 min.
  7. Lat ganga í 1 tíma.
  8. Koyr deiggið á mjøldryssað borð og trýst varliga niður
    til deiggið er uml. 4-5 cm høgt og næstan ein
    fýrakantur.
  9. Sker deiggið út, set bollarnar á bakiplátu og lat ganga í
    ½ tíma.
  10. Set ovnin á 250 stig heit luft.
  11. Baka bollarnar í 10 min. Set ovnin niður á 200 og baka
    10 min.
  12. Lat bollarnar kølna í ½ tíma, áðrenn tú sker í teir.