Soleiðis virkar sjúkan
Tess longur tú hevur cøliaki og etur gluten, verri stendur til við tunntarmunum. At enda eru teir als ikki førir fyri at taka ímóti neyðugu føðsluevnunum, og tað førir so við sær, at tú kanst fáa alt frá lættari vamli til lívshóttandi blóðtrot.
Tá ein persónur við cøliaki etur gluten, verður trevsuta slímhinnan slitin og samlaða yvirflatan minkar. Kroppurin tekur ikki ímóti føðsluevnum, sum hann skal og kemur tí til at mangla lívsneyðug evni.
Etur ein persónur við cøliaki harafturmóti glutenfrían mat, lekjast tarmarnir so spakuliga, og kroppurin verður aftur førur fyri at taka ímóti føðsluevnum, sum hann skal.
Men hvørja ferð ein persónur við cøliaki etur bara eitt sindur av gluten, skaðar tað tunntarmarnar, eisini hóast persónurin einki merkir í fyrstu syftu. Summi kenna magapínu alt fyri eitt, onnur ikki.