At staðfesta sjúkuna
Hevur tú cøliaki og etur gluten, fært tú eitt hægri innihald av ávísum andevnum. Jú meiri gluten er í kroppinum, jú meiri andevni. Andevnið oyðileggur tunntarmarnar, og tí er tað týdningarmikið, at tú ikki etur gluten, hevur tú cøliaki
Men andevnið verður eisini brúkt til at staðfesta sjúkuna, og tí skalt tú ikki gevast at eta gluten, fyrr enn ein lækni hevur kannað teg. Steðgar tú við at eta gluten, kann tað vera torførari at gera av, um tú hevur cøliaki, og tí verður mælt til ikki at minka um gluten í matinum, fyrr enn blóðroyndir og aðrar kanningar eru gjørdar.
Skalt tú kannast fyri cøliaki, er tað best, at tú – í samráð við lækna – etur mat við gluten minst eina ferð um dagin í seks vikur, ella longur. Blóðroyndin er tó bara vegleiðandi, tí tað er ikki altíð, at andevnið kann staðfestast, hóast persónurin hevur cøliaki.
Andevnini oyðileggja slímhinnuna í tunntarmunum, soleiðis at hon verður fløt við ongum trevsum. Vevnaðarroyndir av slímhinnuni kunnu tí eisini staðfesta cøliaki. Læknin ger vevnaðarroyndir við magakikara.
Tað er ofta truplari at staðfesta sjúkuna hjá børnum enn hjá vaksnum. Hetta tí at hjá teimum allarflestu er størsti parturin av tarmunum frískur, og tað kunnu ganga fleiri ár, áðrenn sjúkan hevur gjørt sjónligan skaða á tarmarnar. Eru blóðroyndirnar eisini negativar - tað vil siga, vísa ikki andevni móti gluten - er sera trupult at staðfesta, hvørt barnið hevur cøliaki. Tey børn, sum fáa staðfest sjúkuna, eru ofta sera illa sjúk longu frá pinkubarni av.
Fólk við ymiskum sjálvórinssjúkum, sukurssjúku og við Downs syndrome hava oftari cøliaki enn onnur.