Her er gluten í

  • Hveiti, durumhveiti, grahamsmjøli, fullkornshveiti, siktimjøli, hveitispíra, hveitikjarnum, mannagrýni, semulju, bulguri, couscous, spelti, urhveiti, emmerhveiti, einkorni, kamut/enskum hveiti og í kornflakes við byggmalti (t.d.Kellog’s)
  • Rugmjøli og rugkjarnum
  • Havragrýni, havramjøli, havrablandingum, músli, havrasáði, havrakakum – men ikki í serliga framleiddum havra
  • Bygggrýni og perlubyggi
  • Breyði, kakum, pasta, raspi, vaflum, keks, bakiblandingum og í stoktum leyki

Útlendskum róma til matgerð

Her kann vera gluten í

  • Kjøtfarsi, livurpostei, pylsum, viðskera, lidnum døgurðarættum, stúvningum, sós og í kjøtsoði við bótarmolum
  • Sinnoppi, ketsjuppi, majones, remolátu, bótarmolum, karry og øðrum kryddblandingum
  • Fyltari sjokolátu, lakressi, lakressbommum, gummibommum, karamellum og á mjølvaðum turrum fruktum o.a.
  • Eftirgjørdum eplavørum, frystum eplum og kipsi
  • Øl og milkshake
  • Sojasós

Her er einki gluten í (um vøran er óviðgjørd)

  • Kjøti (feskum, frystum, royktum og saltaðu
  • Eplum og grønmeti (frystum og konserveraðum)
  • Frukt (frískari, turkaðari, frystari ella konserveraðari), kokos, nøtum, mandlum
  • Mjólk, súrnaðum mjólkavørum (við ongum músli), osti og føroyskum róma
  • Margarini, smøri, olju, minarini
  • Saft, djúsi, sodavatni, víni, óblandaðum spiritusi