Lutvíst arvalig sjúka
Cøliaki er lutvíst arvalig sjúka. Hevur tú foreldur, systkin ella børn, sum hava cøliaki, eru umleið tíggju prosent líkindi fyri, at tú hevur ella fert at fáa sjúkuna.
Bæði børn og vaksin kunnu fáa cøliaki. Sjúkan kann bróta út hjá smábørnum, men hon brýtur oftari út, tá barnið er komið í skúlaaldur.
Hjá vaksnum kann sjúkan bróta út í øllum aldri, tó verður sjúkan oftari staðfest hjá eldri. Dupult so mong fólk eldri enn 50 ár fáa staðfest sjúkuna samanborið við fólk sum heild.
Tað er óvist, hví og hvussu sjúkan brýtur út. Hon kann bróta út í sambandi við niðursett mótstøðuføri, eitt nú í sambandi við aðra sjúku.
Tá umræður pinkubørn, verður mælt til at fylgja tilmæli frá heilsufrøðingunum. Hesi finnast eisini í “Nye råd om mad til spædbørn” hjá danska Sundhedsstyrelsen