Marcipan cupcakes v/ caramel

8-20 stk

Tilfar:

Marcipan cupkøkur:

  • 200 g sukur
  • 4 egg
  • ½ tsk vaniljupulvur ella 1 tsk vaniljusukur
  • 200 g Amo glutenfri melblanding til kage
  • 1 tsk bakipulvur
  • 150 g smør ella plantumargarin
  • 200 g marcipan
  • cupkøku formar

Soleiðis gert tú:

  1. Tendra ovnin á 175 stig (heit luft)
  2. Smelta smørið á lágum hita
  3. Píska sukur, egg og vaniljupulvur væl saman til tjúkt skúm
  4. Rív marcipani og vend í eggjaskúmið
  5. Blanda mjølið saman við bakipulvurinum og vend í eggjaskúmið saman við smeltaða smørinum
  6. Fyll cupkøkuformarnir ¾ fullar og baka í uml. 16 min.

Karamel:

  • 200 g sukur
  • 90 g kalt smør
  • 1 dl kaldan róma

Soleiðis gert tú:

  1. Koyr sukrið á pannuna/grýtu og tendra á miðal hita
  2. Ikki røra fyrr enn sukrið er næstan smelta til sirup
  3. Tá sukrið er líka við at vera smeltað, rørir tú í tí til alt sukrið er smeltað
  4. Koyr smørið í og rør varliga til alt er væl blandað
  5. Stoyt síðani varliga róman í meðan tú rørir.
  6. Lat karamellið smákóka í 3-5 min. og tak av hitanum.
  7. Lat kølna.

Hindberkrem:

  • 75 g fryst hindber
  • 200 g kaldan rómaost
  • 200 g bleytt smør
  • 350 g flormelis

Soleiðis gert tú:

  1. Kóka hindberini í 5-7 min., rør væl og lat kølna heilt
  2. Píska rómaostin varliga í ½ min.
  3. Skava síðurnar og koyr bleyta smørið í og píska við hægstu ferð í uml. 4 min
  4. Skava síðurnar og koyr alt flormelisið og hindberini í og píska aftur við hægstu ferð í nakar fáar minuttir
  5. Koyr í køliskápið til cupkøkurnar eru klárar at pyntast
  6. Samla cupkøkurnar:
  7. Sker hol í cupkøkurnar og koyr karamel í holið.
  8. Koyr hindberkremið í ein sproytiposa og sproyta á cupkøkurnar.