Cøliakifelagið í Føroyum
Tað var í 1985, at MBF fyrstu ferð skipaði fyri fundi um møguleikan at stovna eitt føroyskt felag fyri cøliaki. Tørvur var á felagnum, tí tað var trupult at fáa glutenfríar vørur her heima, og tað sum fekst, var so dýrt, at tað var næstan ikki keypandi.
Nevndin royndi at arbeiða við at fáa glutenfríar vørur til Føroya og at kunna fólk um sjúkuna. Lítil vitan var um sjúkuna tá. Fyrsti batin kom, tá nevndin fekk avtalu við Kartna Winter heilsølu í Havn, um, at tey skuldu hava glutenfrítt mjøl á goymslu. Mjølið kostaði 25 krónur fyri kilo. Sama mjøl fekst tá á apotekinum fyri 60 krónur kilo.
Færri enn tíggju føroyingar høvdu tá fingið staðfest cøliaki, so tað gingu nøkur ár, áðrenn felagið varð sett á stovn. Cøliakifelag Føroya varð so sett á stovn í august í 1990, við góðari hjálp frá og sum dótturfelag hjá Dansk Cøliaki Forening. Í fyrstu nevndini sótu: Marita Olsen, forkvinna, Anne Gretha Hansen, næstforkvinna, Andras E. Olsen kassameistari og skrivari umframt Brynhild Hansen og Turið Jacobsen, sum vóru nevndarlimir.
Tað tók tíð, áðrenn umstøðurnar veruliga broyttust, men eftir nógvar tingingar fingu føroyingar við cøliaki fíggjarligan stuðul. Felagið fekk eisini eina avtalu við Føroya Keypssamtøku um at hava matvørur við ongum gluten í til sølu.