Ráðgeving frá Mariann Patursson
Mariann Patursson er kliniskur dietistur á Landssjúkrahúsinum. Hon ráðgevur og vegleiðir fólki, sum hava fingið staðfest cøliaki. Mariann Patursson sigur soleiðis frá:
Eg royni at seta meg inn í støðuna hjá viðkomandi. Spyrji eitt nú, hvussu tey hava havt tað, áðrenn cøliaki varð staðfest, og um tey vita um onnur í familjuni ella kenna onnur við cøliaki. Spyrji eisini, hvussu nógv eru í húskinum, hvussu nógv verður gjørt við at baka, um tey hava atgongd til fisk og kjøt og so frameftir.
Viðkomandi fær at vita, at tað at eta glutenfrían mat, ikki er nakar kurur, men at hon/hann framyvir burturav skal eta mat uttan gluten.
Greitt verður frá, hvat gluten er og í hvørjum matvørum tað finst, men serligur dentur verður lagdur á allan tann mat, sum natúrliga er uttan gluten – eitt nú grønmeti, frukt, kjøt, fiskur, mjólk, ostur umframt ymisk mjølsløg.
Eg leggi dent á, at tey altíð skulu lesa vørulýsingar, tá tað snýr seg um samansettar matvørur. Og eg royni altíð at tryggja mær, at tey koma í samband við onnur, tí tað er so týdningarmikið og gevandi at deila royndir við mati og matgerð. Hetta er lætt at gera gjøgnum bólkin á Facebook “Cøliaki í Føroyum”. Er ein ikki á FB, verður skipað fyri sambandi á annan hátt. Eisini kunni eg um cøliakifelagið.
Harafturat vísi eg á ymiskar kókibøkur og heimasíður, har íblástur kann fáast til matgerð. Og so tosa vit um ymiskar avbjóðingar – eitt nú í barnaansing, í skúla, til føðingardagar, á legum, tá tey ganga grýlu, fáa jólaposar ella fara út at eta á matstovum. Snýr tað seg um børn, verður dentur lagdur á so vítt gjørligt at gera allan matin glutenfrían, so at barnið ikki følir seg uttanfyri, tá farið verður til borðs. Tó kunnu hini eta vanligt breyð. Tá boðið verður til føðingardagar er eitt gott hugskot at ringja til foreldrini og spyrja, hvat verður borðreitt við og møguliga bjóða seg til at baka eina glutenfría skuffukøku at taka við til øll.
Øll fáa við sær umsóknarblað til Almannaverkið og eitt yvirlit yvir meirkostnað, sum er vegleiðandi. Og so skal man biðja læknan skriva eina læknaváttan.
Til børn yngri enn 18 ár ber til at søkja um at fáa goldið eina rørimaskinu – her havi eg eitt standard skriv, sum kann leggjast við umsóknini.
Læknin á Landssjúkrahúsinum, sum hevur staðfest cøliaki, heitir á meg um at innkalla til vegleiðing og undirvísing. Tey, sum so seinni tørva eina tíð, kunnu ringja á Landssjúkrahúsið og fáa fatur á mær.