Ein av hundrað
Tøl í grannalondum okkara vísa, at millum eitt og fýra prosent av fólkinum hava cøliaki. Hetta kann benda á, at fleiri enn 400 føroyingar eru glutenviðkvom.
Tey allar flestu vita tó ikki av, at tey hava cøliaki. Tey fáa ongantíð staðfest sjúkuna, tí sjúkueyðkennini koma í bland við aðrar sjúkur. Tíverri gáa læknar ikki altíð eftir, at talan kann vera um glutenviðkvæmi. Og kanningar aðrastaðni hava víst, at bara ein út av sjey við cøliaki hava so týðulig sjúkueyðkenni, at tað beinanvegin verður staðfest, at talan er um cøliaki.
Í Cøliakifelagnum eru í løtuni áleið 50 limir.