Felagið í dag
Nógv er hent hesi árini, síðani felagið varð stovnað. Cøliakifelagið virkar nú sum sjálvstøðugt føroyskt felag, sum er limafelag í MBF. Umstøðurnar hjá fólki við cøliaki eru munandi batnaðar, og nú ber til at liva eitt nærum púra vanligt lív, tí atkoman og úrvalið av glutenfríum vørum í matvøruhandlunum er rímiliga fjølbroytt. Tó eru framvegis stórar avbjóðingar.
Vitanin um cøliaki er framvegis avmarkað, og felagið hevur tí ein týdningarmiklan leiklut í at kunna um sjúkuna í hvørjum króki í landinum. Eisini er umráðandi at ávirka myndugleikar og at arbeiða fyri, at umstøðurnar hjá børnum og vaksnum við cøliaki gerast betri. Hetta er ikki minst galdandi viðvíkjandi mati á matstovum, stovnum, skúlum, ellisheimum, ítróttahallum, sjúkrahúsum og so frameftir.
Nevndin arbeiðir við einari røð av tiltøkum, sum umframt hendan bóklingin fevnir um heimasíðu, kunnandi tiltøk, hugnaløtur, skeið at matgera, ráðgeving osfr. Aðalfundur er á hvørjum ári í mai, har allir limir felagsins hava møguleika at møta og vera við til at gera av, hvørjum nevndin skal arbeiða við. Harafturat hevur felagið eina ungdómskontakt, ið skipar fyri netverki ímillum ung við cøliaki.
Tað hevur týdning, at tú, sum hevur cøliaki, stuðlar felagnum við at gerast limur. Tí saman standa vit munandi sterkari.
Mál okkara er, at fólk við glutenviðkvæmi ekkaleys skulu kunna vera virkin í samfelagnum, at tey skulu hava atgongd til rættan kost allastaðni, og at tey skulu sleppa undan at verða avmarkað vegna vantandi vitan um cøliaki.