Groft kjarnubreyð v/ gularót

2 L (høgan) form

Tilfar:

  • 6 dl lunka vatn
  • 15 g fiberhusk
  • 100 g rivnar gularøtur
  • 50 g græskarkjarnur
  • 50 g hørfrø
  • 175 g knúst bókhveiti (knækket boghvede)
  • 1 tsk kulør
  • 80 g glutenfrítt havragrýn
  • 100 g majsmjøl (fínt gult)
  • 100 g eplamjøl
  • 1 tsk salt
  • 2 tsk bakipulvur


Soleiðis gert tú:

  1. Set ovnin á 200 stig heit luft.
  2. Lunka vatn, fiberhusk og gularøtur rørast væl saman og
    lat standa í 5 min.
  3. Koyr græskarkjarnur, hørfrø, knækket boghvede og kulør
    í, rør væl og lat standa í 10 min.
  4. Havragrýn, mjølini, salt og bakipulvur blandast saman.
    - Koyr eitt sindur av blandingini í á gangin og rør
    væl í rørimaskinu – uml 5 min.
  5. Koyr í ein 2L høgan form og prika hol við gaffli í
    skorpuna. Drýssa hørfrø omaná.
  6. Baka í 50 min. Tak út og sting hitamátara i mittuna í
    síðuna á breyðinum. Hitin skal verða 98.
    - Koyr í ovnin aftur og tak út, tá hitamátarin sigur 98
    stig.
  7. Lat kølna í 1 tíma, áðrenn tú sker í tað.