Sonja Tausen

Skrivað 23. januar 2019

Ring húð og leyst lív vísti seg at vera cøliaki

Sonja Tausen fekk staðfest cøliaki í sambandi við, at hon var hjá húðlækna fyri eksem. Hetta var í 2010.

Eg havi altíð havt eitt sindur av eksemi og lyndi til turra húð. Men tíggju tey seinastu árini, áðrenn eg fekk staðfest cøliaki, versnaði eg alsamt, og tað endaði við, at eg varð send til húðlækna. Eg var hjá húðlæknanum fleiri ferðir, áðrenn hann fann út av, hvat mær feilti. Eg varð viðgjørd við ymiskum hormonsalvum, sum hjálptu eitt sindur, men ikki nóg væl.

Á Landssjúkrahúsinum er húðlæknaskipan við ymiskum vitjandi húðlæknum úr Danmark. Tá ið eg møtti tí fjórða læknanum, bað hann meg siga sær mína søgu. Eg greiddi honum frá, at eg hevði havt liðagikt í nøkur ár, men var blivin frísk, og at eg hevði havt leyst lív tey síðstu átjan árini. Hann kannaði eksemið og segði, at hann vildi kanna meg fyri dermatitis herpitiformes, ið er húðsjúka, sum ofta sæst í sambandi við cøliaki.

Eg minnist, at eg bleiv eitt sindur kløkk, men tað var í roynd og veru ikki fyrstu ferð, at eg møtti spurninginum um cøliaki. Ein eldri danskur lækni, sum arbeiddi í Runavík nakrar vikur, hevði sagt tað sama. Hann helt eisini, at talan var um sjúkueyðkenni hjá cøliaki, og eg tók ymiskar blóðroyndir. Men eg hevði eingi andevni í blóðinum, sum skuldu vísa, at eg hevði cøliaki. Eg var eisini fleiri ferðir innløgd, tí eg stríddist við leyst lív, og eg varð kannað fyri cøliaki, men heldur ikki tá kundu tey staðfesta sjúkuna. Hvørki blóðroyndir ella tarmroyndir vístu, at eg hevði sjúkuna.

“Tá eg endiliga fekk staðfest cøliaki, gavst eg beinanvegin at eta mat við gluten, og eisini fekk eg góða ráðgeving á Landssjúkrahúsinum. Eg hevði sera ringa húð og mátti framhaldandi fáa viðgerð við sterkum salvum, hormonsalvum og ljósviðgerðum. Nú, seks ár seinni, havi eg tað nógv betri í húðini. Eg eri ikki frísk, men tað verður longri og longri ímillum útbrotini. Eg havi eisini framvegis leyst lív, men tað er als ikki so ringt, sum tað var fyrr. Kanska verði eg ongantíð heilt frísk, men eg havi tað nógv betri nú, eg eti ikki gluten, enn eg hevði tað, áðrenn sjúkan var staðfest.”

Aftur
Skrivað: Hans Jákup Danielsen