Cøliaki - Soleiðis gert tú

Skrivað 02. februar 2019

Cøliakifelagið gav í 2017 út bóklingin “Cøliaki – Soleiðis gert tú”. Í bóklinginum verður greitt frá glutenviðkvæmi – um sjúkuna, um glutenfrían mat, um hvussu tú gert mat til fólk við cøliaki og mangt annað. Bóklingurin gevur eina góða grundvitan um glutenviðkvæmi og glutenfrían kost, og er tí hent hjá øllum, ið vilja vita meira um cøliaki.

Rættur kostur - tað er matur uttan gluten - er heilivágurin hjá fólki við cøliaki. Fyri at liva væl og vera fullkomiliga frískur, er neyðugt at liva 100% glutenfrítt, og tí er so umráðandi, at atgongd er til glutenfrían kost allastaðni.

Skúlar, barnagarðar, sjúkrahús, ellisheim, matstovur, matframleiðarar – ja øll, sum eru í sambandi við fólk við glutenviðkvæmi, eiga at hava neyðuga vitan um glutenfrían mat og matgerð. Felagið heldur tað hava ómetaliga stóran týdning, at vitanin um cøliaki kemur út í hvønn krók av landinum. Tí tað er ein fyritreyt fyri, at fólk við cøliaki kunnu liva og virka á jøvnum føti við øll onnur í samfelagnum.

Tú ert væl komin at hjálpa til við at fáa hesa vitan út. Tað kanst tú gera við at vísa til heimasíðuna, ella at býta út bóklingin. Spyr eftir bóklinginum á apotekinum ella hjá tínum lækna. Eisini kanst tú skriva til felagið fyri at fáa bóklingin, sum er ókeypis - coliaki@olivant.fo.

Aftur
Skrivað: Bjørt Samuelsen