Stuðul úr Sjúkrakassagrunninum
Cøliakifelagið gav í 2017 út bóklingin “Cøliaki – soleiðis gerst tú”. At til bar fyri eitt lítið limafelag at geva út bókling í høgari góðsku, varð í høvuðsheitum orsakað av dyggum fíggjarligum stuðuli frá Sjúkrakassagrunninum. Umframt hesa fígging fekk felagið nakað frá MEGD og nakað frá felagnum sjálvum.
Sjúkrakassagrunnurin fíggjar verkætlanir og tiltøk, ið á ymiskan hátt kann vera við til at menna heilsuna hjá føroyingum. Granskingarráðið, ið umsitur Sjúkrakassagrunnin, skrivar millum annað soleiðis um grunnin:
“Granskingarráðið fekk í 2014 ábyrgdina av at umsita og útluta peningin, ið sjúkrakassarnir kring landið áttu, tá teir vórðu avtiknir. Nevndin fyri Sjúkrakassagrunnin gjørdi av, at peningurin skuldi koma øllum føroyingum til góðar og skuldi nýtast til at menna heilsuøkið í Føroyum í breiðari merking. Tað skuldi bera til at søkja stuðul til átøk og verkætlanir, sum kundu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.
Peningurin varð markaður til trý høvuðsøki. Øki 2 og 3 vóru markað til granskingarverkætlanir og hetta arbeiðið fer í størstan mun fram á granskingarstovnum. Øki 1 var hinvegin ein slóðbrótandi stuðulsskipan, sum ikki hevur verið roynd áður, og sum vendir sær til ein annan skara av umsøkjarum og starvsfólkum.”
Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum https://www.gransking.fo/fo/adrar-studulsskipanir/sjukrakassagrunnurin/