
Hans Jákup, Lenny, Ninni, Hanna, Sonja
Nevndin, ið varð vald á aðalfundinum 2025
Á aðalfundinum 7. mai 2025 stóðu tveir nevndarlimir fyri vali. Bjørt Samuelsen ynskti ikki at halda fram, so felagið takkaði henni fyri góða arbeiði hennara í nevndini. Nýggjur nevndarlimur bleiv Hanna Vang, sum felagið heilsar vælkomin í nevndina.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við Hans Jákup Danielsen sum formanni og KT- og heimasíðuábyrgdara, Sonju Tausen sum næstforkvinnu, Lenny D. Jacobsen sum kassameistara og limalistarøkli, Ninni Holm sum ungdómskontakt og Honnu Vang sum skrivara.