Sandri Færø
Ávirkar alt lívið
Sandri var 12 ára gamal, tá ið hann fekk staðfest cøliaki, og tá hevði hann verið sjúkur í eini tvey ár.
Mammubeiggin var sera sjúkur um hetta mundið og fekk staðfest cøliaki. Eg hevði tá verið illa fyri í eini tvey ár, hevði pínu í maganum og gráan andlitslit. Eg var biðin um at royna ikki at eta gluten, og tað hjálpti beinanvegin. Eftir fýra døgum svann pínan, og andlitsliturin broyttist frá gráum til ein frískan, reydligan lit. Tað er í roynd og veru ótrúligt, hvussu skjótt eg broyttist.
Men tað tók langa tíð at læra seg at liva við cøliaki. Gluten er mestsum í øllum vørum, og tað tekur tíð at finna út av, hvussu nógv ella hvussu lítið tú tolir. Nógv tíð gekk við at royna, hvat eg toldi. Eg lærdi eisini at lesa tilfarslistar fyri at vita, um gluten var í ella ikki. Tað vóru nógvir dagar við afturstigum, men tað góða var, at eg visti, hvat eg skuldi gera fyri at fáa tað gott aftur. Eg skuldi bara halda meg frá øllum gluten.
Mamma mín fekk eisini staðfest cøliaki, og tað gjørdi tað lættari fyri meg, tí familjan sum heild legði kostin um. Tað er eisini deiligt at hava onnur, sum skilja tína støðu. Tí tað ávirkar alt, at tú ikki kanst eta gluten.
Eg havi brúk fyri at eta regluliga og má fáa fleiri smáar máltíðir gjøgnum dagin, skal eg hava tað gott. Mín orka hevur altíð verið misjøvn, men við javnari inntøku av mati og “gluten disiplin” havi eg megnað at liva eitt sokallað vanligt lív. Fyrr var tað óhugsandi hjá mær at spæla ein heilan fótbóltsdyst, men nú orki eg at spæla fótbóltdystir í EFFO-deildini. Tað krevur tó meiri venjing, enn vanligt er.
“Einaferð skuldi eg vera við í postarenning saman við einum toymi. Men ein postur var at eta skipskeks og síðan blása í eina ballón, og tað kundi eg sjálvandi ikki, og toymið fekk tí eitt vánaligari úrslit. Tað eru sovorðin smá ting, sum gera tingini fløkt viðhvørt, og sjálvandi hevði eg viljað, at eg ongantíð gjørdist sjúkur, men eg havi verið noyddur at góðtaka støðuna og havi lært meg at liva við henni.”