Elly Lind Jóanesarson

Skrivað 24. januar 2019

Cøliaki í Føroyum á Facebook

Eg fekk staðfest cøliaki, longu tá ið eg var 20 mánaðar gomul. Eg hevði forstoppilsi, og læknin bað mammu lata vera við at geva mær mjólk í eina tíð. Ein dagin eg lá í vogninum og svav, fór eg brádliga at gráta ógvisliga. Mamma tók meg inn og uppdagaði, at búkurin var sum ein ballón, og eg vildi hvørki sita ella liggja.

Kommunulæknin helt, at eg kanska hevði tarmakast og hann sendi okkum til Havnar. Har vístu nærri kanningar, at tarmarnir vóru líka stórir sum hjá vaksnum fólki. Læknarnir roknaðu við, at eg antin hevði cøliaki ella cystiska fibrosu, og biopsi staðfesti síðani, at eg hevði cøliaki.

Tá eg var lítil, var mamma mín fantastiska røsk at geva mær góðan matpakka við, líkamikið hvar eg fór - í skúla, til ítrótt, á legu - og eg merkti ongantíð, at eg fekk keðiligari mat enn hini, tvørturímóti mungaðu hini ofta eftir mær, og tað var eg errin av. Foreldrini hjá vinfólkum, floksfeløgum o. ø. vóru sera ófør at minnast til mín. Tá ið føðingardagar vóru, ringdu tey og søgdu, hvønn mat tey gjørdu. Til legur ringdi mamma mín altíð og spurdi, hvat fyri matur var á leguni.

Tá ið eg gjørdist tannáringur, gjørdist tað truplari at halda meg frá gluten. Eg kundi eta høsnarunga og kips, men annars var úrvalið av glutenfríum vørum sera lítið, og eg mungaði ofta, tá vinfólkini keyptu pitsa ella annan hugnamat.

Nú havi eg havt sjúkuna so leingi, at tað kennist natúrligt og lætt at velja mat við ongum gluten í, men tey, sum júst hava fingið staðfest sjúkuna, hava sjálvandi tørv á hjálp og stuðli, so tey kunnu læra at liva eitt glutenfrítt lív. Fyri nøkrum árum síðani stovnaði eg facebook-bólkin ”Cøliaki í Føroyum,” og endamálið við honum er, at fólk lættliga kunnu hjálpa hvørjum øðrum við kunning, ráðum og hugskotum.

“Í dag hugsi eg als ikki um, at eg havi cøliaki, tá ið eg hugni mær saman við vinkonum. Tað er lætt at fáa glutenfríar vørur, og tað er als ikki so torført at gera lekran glutenfrían mat. Og vinkonurnar hjá mær eru fantastiska umhugsnar, so eg hugsi sjáldan um, at eg eri øðrvísi enn tær. Heima eta maðurin og børnini partvís glutenfrítt. Pasta, sós og køkur geri eg altíð glutenfrítt, og breyð eta tey við vanligum mjøli í.”

Aftur
Skrivað: Hans Jákup Danielsen