Birita Háskor
Best, tá Brosi kann eta sum hini
Brosi var bara 19 mánaðar gamal, tá ið hann fekk staðfest cøliaki. Og hann tók beinanvegin matin í størsta álvara og ansar framvegis sera væl eftir, at hann ikki fær nakað, sum hann ikki tolir.
Tá hann gekk í vøggustovu, og sjúkan nýliga var staðfest, vóru nøkur úr vøggustovuni uppi á brandstøðini og vitjaðu. Børnini fingu ein lítlan bommpakka í part frá brandmonnunum, og av tí at Brosi ikki visti, um hann toldi bommini, koyrdi hann tey í lumman og bíðaði allan dagin, til eg kom eftir honum, so at eg kundi lesa vørulýsingina og siga honum, um hann toldi bommini.
Sum barn er tað keðiligt at vera øðrvísi enn hini, men tað er týdningarmikið, at hann skilir sjúkuna og lærir seg at góðtaka, at hann altíð fer at verða eitt sindur øðrvísi, tá tað kemur til mat.
Í dag er Brosi seks ár og gongur í barnagarði. Starvsfólkini duga væl at lofta støðum, tá hini børnini undrast yvir, at Brosi hevur matpakka við, hóast tey øll eru boðin heim til onkran í føðingardag. Tey stuðla honum, so at hann sjálvur ella við hjálp frá einum starvsfólki, kann fortelja hinum, hví hann má hava sín egna mat við.
Eg havi givið hinum foreldrunum á stovuni hjá Brosa eitt skriv um cøliaki, so tey vita, hvat cøliaki er, og at tað er týdningarmikið hjá okkum at vita í góðari tíð, um tey ætla at bjóða okkurt í samband við føðingardag ella annað, so at Brosi kann fáa okkurt líknandi við. Starvsfólkini eru eisini røsk at boða mær frá í góðari tíð, tá ið føðingardagar og ymisk tiltøk eru í barnagarðinum, so at eg veit, hvat eg skal baka ella taka við til Brosa. Og hann dugir eisini sjálvur væl at greiða frá, tá fólk spyrja, hví hann hevur matpakka við, og hví hann eitt nú ikki bara kann fáa sær eitt kakustykki av tí flottu Star Wars kakuni í føðingardegnum hjá vinmanninum.
Ommurnar báðar eru óførar at baka, men eg vænti ikki av øðrum, at tey skulu baka glutenfrítt til Brosa, og tað eru eisini nógvar ymiskar lidnar glutenfríar vørur, ið fáast til keyps, sum til dømis bollar, breyð og keks. Hesar vørur eru lættar at handfara, og Brosa dámar væl at sleppa undan at eta úr matpakkanum.
“Um vit skulu út at ferðast, eru boðin í føðingardag ella skulu til okkurt tiltak, so er matur altíð nakað, vit mugu fyrireika áðrenn. Ta fyrstu tíðina var hetta sera avbjóðandi og krevjandi, men við tíðini venur man seg við tað, og tað gerst lættari. Tað er tó ikki altíð, at eg raki rætt, og tað er komið fyri, at eg havi givið honum bollar við, og so luktar tað av nýbakaðum vaflum á staðnum. Tí seti eg veruliga prís uppá, tá fyriskiparar nevna matin, tey fara at bjóða, tí bollin er also ikki líka lekkur, tá tað angar av nýbakaðum vaflum,”
greiðir Birita, mamma Brosa, frá.