Marita Olsen
Skúli og heilsuverk megnaðu illa at lofta smágentuni
Marita Olsen var millum fyrstu føroyingar, sum fingu staðfest cøliaki. Hon fegnast í dag um stóru batarnar, sum hendir eru. Tí tað var ikki bara sum at siga tað at vaksa upp við sjúkuni, tá Marita var smágenta. Árið er 1956 og lítla Marita úr Norðragøtu var einans eitt ára gomul. Hon var illa sjúk, og varð innløgd á Landssjúkrahúsið.
Eg lá har eitt heilt ár og varð sett á banankur, tí tey høvdu varhuga av, at okkurt var í vanligum mati, sum eg ikki toldi. Har var ein sjúkrasystir, nevnd Jona, sum ansaði mær. Annars minnist eg einki frá hesi tíðini, men veit, at tá mamma og pápi komu at vitja, so máttu tey standa handan ein rút og hyggja eftir mær
Tá hon loksins kom heim, livdi hon av ymiskum vellingi, og át, sum frá leið, døgurðamat eisini – tó einki mjøl. Marita treivst illa, vaks lítið og mentist ikki, sum onnur børn. Hon gjørdist aftur sera illa sjúk 13 ára gomul. Hon var tá 119 cm long og vigaði einans 18 kg. Marita varð aftur innløgd, hesaferð við álvarsomum hjáárinum av, at kroppinum tørvaði lívsneyðug føðsluevni. Millum annað hevði hon stórt blóð- og kálktrot. Hesaferð varð hon send á Ríkissjúkrahúsið. Hon var niðri í eitt hálvt ár.
Tó at Marita hevði góðar vinir og kendi seg væl millum bygdarfólkið í Norðragøtu, so fekk sjúkan sera álvarsamar avleiðingar fyri skúlagongdina hjá henni. Drúgvu sjúkralegurnar, vánaliga heilsustøðan og eitt heilsu- og skúlaverk, sum ikki megnaðu at geva Maritu neyðugu hjálpina gjørdu, at hon millum lítlan og ongan lærdóm fekk.
Eg flutti í framhaldsdeild í Fuglafirði og fekk serundirvísing, men har var lítil hjálp at fáa í mun til støðuna, eg var í. Uttan í føroyskum, har ein lærari kláraði at hjálpa mær væl
Eftir sjúkraviðgerðina í Danmark fekk Marita tað nógv betri, byrjaði at taka uppá og gekk til kanningar árliga, sum vístu góðan bata. Aftan á nøkur ár metti ein serlækni, at nú var hon frísk, og gav henni boð um, at hon kundi eta allan mat. Hetta var í 1973, og trý ár seinni átti Marita fyrstu dóttrina. Tá gjørdist hon aftur so illa sjúk, at hon mátti innleggjast. Nú gavst hon at eta gluten – og hevur ongantíð etið tað síðani.
Marita Olsen var millum tey, sum stovnaðu Cøliakifelag Føroya, og hon hevur lagt stóra orku í felagið, sum virkin nevndarlimur og eitt langt skifti sum forkvinna í felagnum.