Felagið fingið heimasíðu

Skrivað 18. mars 2019

Cøliakifelag Føroya hevur nú fingið heimasíðu. Her ber til at leita sær viðkomandi upplýsingar og vitan um glutenviðkvæmi. Fólk við cøliaki siga frá, hvussu tey liva við avbjóðingunum av sjúkuni, og aðrar hentar frásagnir. 

Matbloggur hjá Unn Petursdóttir Kruse – sum dugir sera væl at gera leskiligan glutenfrían mat – hevur fingið sítt egna pláss á síðuni, so til ber at fáa góðan íblástur til góðan mat. Á síðuni eru eisini hentar leinkir og góð ráð til tey, sum framleiða, selja ella gera mat – tað verið seg matstovur, handlar, skúlar, ellisheim, stovnar – ja snøgt sagt øll, sum so ella so koma í samband við fólk við glutenviðkvæmi.

Á síðuni finnur tú eisini leinkju til norska serfrøðingin Trond S. Halstensen, ið svarar spurningum um cøliaki. 

Mong eru glutenviðkvom

Hevur tú cøliaki, ella kennir tú onkran, ið ikki tolir gluten? Glutenviðkvæmi – ella sjúkan cøliaki – er munandi meir útbreidd, enn tey flestu vita. Tøl í grannalondum okkum vísa, at millum eitt og fýra prosent av fólkinum hava cøliaki. Í Føroyum merkir hetta, at kanska so mong sum 500 føroyingar eru glutenviðkvom. Tað merkir at tey ikki tola proteinið gluten, sum finst í flestu kornsløgum, og harvið í stórum parti av matinum vit eta.

Bóklingur

Nevndin hevur áður givið út bóklingin “Cøliaki – soleiðis gert tú”, ið eisini verður tøkur á heimasíðuni. Bóklingurin verður latin ókeypis til øll, við áhuga, og fæst eitt nú á apotekum og hjá kommunulæknum.

Aftur
Skrivað: Bjørt Samuelsen