Bakiskeið vi
Leygardagin 26. mai 2018 var árligi aðalfundurin hjá Cøliakifelagnum hildin í kúlanum við Løkin í Runavík. Aftaná fundin var bakiskeið við Unn Petursdóttir Kruse. Hon vil lærdi okkum at baka breyð, bollar og cupkakes við nýggjum uppskriftum, sum hon sjálv hevði gjørt.
Pláss var fyri 16 luttakarum, og skeiðið var fullteknað. Fleiri vóru afturat, sum hugdu og hugnaðu sær saman við skeiðsluttakarunum.
Tað er ikki altíð so lætt at baka glutenfrían mat, og Unn kom við hentum ráðum til hvussu tað betri kann eydnast, tá ein bakar glutenfrítt.
Aftaná at vit vóru lidug at baka, ótu vit ein nátturdabita saman, har vit royndu tað, id bakað varð. Tað smakkadi ómetaliga væl, og vit vóru øll fegin um ein væleydnaðan dag.
Ein stór tøkk til Unn, sum gav sær tíd til at koma heilt úr Danmark at halda bakiskeið saman við okkum. :)