Aðalfundur og fyrilestur um at liva við cøliaki
Aðalfundurin hjá Cøliakifelagnum, sum varð útsettur vegna korona, verður
leygardagin 13. juni klokkan 15 á Hotel Runavík.
Eftir fundin, fer kemur Magnhild Tausen Olsen at greiða frá um at tað at fáa staðfest cøliaki og at liva við tí. Magnhild er føðsluatstøðingur og køksleiðari á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.
Vit vóna at síggja mong – árligi aðalfundurin er eitt gott høvi at hitta og knýta sambond við fólk, ið hava ella eru avvarandi hjá fólki við cøliaki.
Skrá:
Kl 15: Aðalfundur byrjar
Ársfrásøgn frá Sonju Tausen, forkvinnu. Forkvinnan greiðir eisini frá ætlanum hjá felagnum frameftir.
- Roknskapur og ásetan av limagjaldi.
- Nevndarval.
- Ymiskt – orðið er frítt
- Drekkamunnur
Uml Kl 16: Fyrilestur við Magnhild Tausen Olsen
- Spurningar og prát
Fundurin verður á Hotell Runavík – gamla sjómansheimið í Rúnavík. GG: Vit ganga inn sunnan fyri hotellið, ikki ígjøgnum matstovuna.
Til ber at tekna seg sum lim. Sum limur ert tú við til at stuðla undir arbeiðið fyri betri umstøður fyri fólk við cøliaki.
skriva til okkara á coliaki@coliki.fo
Nevndin