Aðalfundur og fyrilestur við Dorrit Bech Joensen

Skrivað 18. apríl 2021

Mánakvøldið 3. mai kemur Dorrit Bech Joensen at halda fyrilestur um cøliaki. Dorrit er kommunulækni og mamma at tveimum gentum, sum hava cøliaki. Dorrit fer millum annað at greiða frá, hvussu hon sum lækni møtir fólki við cøliaki og hvussu tað er at vera ein glutenviðkvom familja. Fyrilesturin verður í sambandi við aðalfundin hjá Cøliakifelagnum, og byrjar fundurin klokkan 18.30 í MEGD, Íslandsvegur 10. Aðalfundurin verður sambært viðtøkum felagsins, við ársfrásøgn, roknskapi og val av nevnd, og verður í mesta lagi ein tíma. Eftir stuttan steð, verður fyrilesturin við Dorrit. Ein drekkamuður verður eisini at fáa.

Til ber at tekna seg sum lim. Øll eru væl komin!

Cøliakifelagið

Aftur
Skrivað: Hans Jákup Danielsen