Góðar bøkur um at baka og matgera glutenfrítt

Skrivað 07. juni 2021

Tað er sum kunnugt ikki so trupult at gera heilsugóðan og spennandi mat uttan gluten. Og at baka kakur eydnast oftast væl. Men breyð, bollar og líkandi bakstur, kunnu vera meira avbjóðandi.

Cøliakifelagið spurdi herfyri limirnar eftir bókum, sum fólk hava góðar royndir av at brúka. Margit Zachariassen sendi okkum mynd av “Glytenfrie årstider” og “Knæk koden til glutenfrit brød”, sum hon brúkar og er sera glað fyri. Takk, Marit, vónandi kunnu onnur fáa gleði av at royna hesar bøkur. 

Nevndin kann harumframt viðmæla bókina “Bag uden gluten”, sum eisini hevur alskyns uppskriftir uppá breyð, pitsa, bollar, kroissantar v.m. Til ber at finna bøkurnar á netinum, ella biðja bókabúðirnar keypa bøkurnar heim.

Væl gagnist!

Aftur
Skrivað: Bjørt Samuelsen