Aðalfundur og fyrilestur um cøliaki við Jóhonnu M. Petersen, lækna

Skrivað 19. mai 2022

Hóskvøldið 19.mai fer Jóhanna Petersen, lækni, at halda fyrilestur um cøliaki. Jóhanna hevur cøliaki sum sergrein, og arbeiðir dagliga við sjúkuni. 

 Fyrilesturin verður eftir aðalfundin hjá Cøliakifelagnum, sum byrjar klokkan 18.30 í MEGD, Íslandsvegur 10 í Havn. Aðalfundurin verður sambært viðtøkum felagsins, við ársfrásøgn, roknskapi og val av nevnd. Eftir fundin verður stuttur steðgur við drekkamunni, og síðani verður fyrilesturin við Jóhonnu Petersen. Og til ber sjálvandi at seta spurningar.  

Til ber at tekna seg sum lim. Øll eru væl komin!

nevndin í Cøliakifelag Føroya

Aftur
Skrivað: Hans Jákup Danielsen