Áhugaverdur fyrilestur um glutenviðkvæmi

Skrivað 22. mai 2022

Eftir aðalfundin hjá Cøliakifelagnum hósdagin 19. mai, helt Jóhann M. Petersen, lækni á Sjúkrahúsinum, áhugaverdan fyrilestur um cøliaki. Nógv vóru møtt, og hugurin at spyrja var góður.

Jóhanna greiddi millum annað frá grundleggjandi viðurskiftum við sjúkuni cøliaki.

Cøliaki er ein sera samansett sjúka við nógvum ymiskum sjúkueyðkennum, og fleiri sløg av cøliaki finnast.  Hon metir, at tað í Føroyum er ein undirdiagnostisering, tí hóast læknar í dag aloftast lata fólk, við kendum sjúkueyðkennum kannað fyri cøliaki, so eru so mong sjúkueyðkenni, sum eisini eru vanlig í sambandi við aðrar sjúkur.

Jóhanna vísti m.a. á, at tá tær tradisjonellu kanningarhættirnir ikki vísa cøliaki, so ber til at kanna fyri eina ávísa ílegu (gen). Um genkanningin er negativ, so hevur ein ikki cøliaki.

At eta glutenfrítt kann eisini gagna fólki, ið ikki hava cøliaki, men kortini eru eru viðkvom fyri ov nógvum gluten, eitt nú fólki við viðkvomum langa (tjúkktarmi).

Menn eldri enn 60 við serligum slagi av cøliaki, kunnu vera í øktum vanda fyri krabba. Men sum heild eru cøliakisjúklingar ikki í størri vanda enn onnur fyri at fáa krabbamein.

Hugurin at viðmerkja og spyrja læknan var sera góður.

(Trýst á ringarnar á myndini, fyri at síggja fleiri myndir frá fyrilestrinum)

Aftur
Skrivað: Bjørt Samuelsen