Nevndin í Cøliakifelagnum skipað

Skrivað 22. mai 2022

Á aðalfundinum hjá Cøliakifelag Føroya stóðu tveir av fimm nevndarlimum fyri vali. Hans Jákup Danielsen og Poula Dalbø høvdu bæði játtað at halda fram í nevndini, og vórðu tey afturvald uttan mótvalevni. 

Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis, at nevndarlimirnir halda fram við verandi ábyrgdarøkjum: 

Sonja Tausen - forkvinna

Poula Dalbø - næstforkvinna og ungdómsráðgevi

Lenny Dalbø Jacobsen - kassameistari og limalistarøkil

Hans Jákup Danielsen – ábyrgd av heimasíðu

Bjørt Samuelsen - skrivari.

Aftur
Skrivað: Bjørt Samuelsen