• Maria Hanusson Joensen

Aðalfundur og fyrilestur um sálarlig árin av cøliaki

Skrivað 27. apríl 2023

Maria Hanusson JoensenSálarlig og kognitiv árin, sum cøliaki kann hava við sær, verður evni á fyrilestri, sum Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur, fer at halda í sambandi við ársaðalfundin hjá Cøliakifelagnum. Fyrilesturin verður beint eftir aðalfundin.
Fundur og fyrilestur verða mikukvøldið 3. mai kl. 18.30 í Starvsfelagshúsinum, J.H.Schrøtersgøta 9, Tórshavn.

Cøliakifelagið hevur boðið roynda sálarfrøðinginum at tosa um møgulig sálarlig árin av kroniskari sjúku, so sum cøliaki. Høvi verður eisini at seta spurningar.

Maria er løggildur sálarfrøðingur við 10 ára royndum innan viðgerð, ráðgeving og undirvísing. Hon eigur og rekur SálarRó í Syðrugøtu.

Nevndarval

Tríggir av fimm nevndarlimum standa fyri vali. Um tú kundi hugsað tær at stilla upp til nevndina, so ert tú hjartaliga væl komin at boða okkum frá – ella at bjóða teg fram á fundinum.
Ein góður drekkamuður við bitum frá Oddvør Skarðhamar verður eisini at fáa.  

Til ber at tekna seg sum lim í felagnum.

Hjartaliga vælkomin!

Nevndin

Aftur
Skrivað: Hans Jákup Danielsen