Væleydnaður aðalfundur og nevndin heldur fram

Skrivað 08. mai 2023

Oddvør Skarðhamar hevði gjørt gluten- og laktosufría matin, sum var framúr leskiligur og vælsmakkandi.

Til aðalfundin hjá Cøliakifelagnum var stak áhugaverdur fyrilestur við Mariu Hanusson Joensen, ið hugleiddi um sálarlig og kognitiv árin av cøliaki. Hon vísti millum annað á, hvussu kroniskur bruni (inflammatión) í tarmunum kann ávirka tað sálarliga og hvussu sálarliga støðan eisini kann ávirka kroppin og tarmarnar.

3 av 5 nevndarlimur stóðu fyri vali, men eingin nýggj/ur bjóðaði seg fram, so nevndin heldur fram við somu samanseting við Sonju Tausen sum forkvinnu, Poulu Dalbø sum næstforkvinnu og ungdómsráðgeva, Lenny Dalbø Jacobsen sum kassameistara og limalistarøkli, Hans Jákupi Danielsen sum ábyrgdara av KT og heimasíðu og Bjørt Samuelsen sum skrivara.

Leygardagin 3. mai verður familjutiltak í Runavík. Meira um tað kemur seinni.

30 fólk luttóku á fundinum.

Aftur
Skrivað: Hans Jákup Danielsen