Familjutiltak í Bylgjuni í Runavík

Skrivað 23. mai 2023

Vælkomin til familjutiltak við hugna og spæli í Bylgjuni í Runavík 

Dagurin er ætlaður til at familjur og børn við cøliaki kunnu hittast, spæla og eta saman. 
Tiltakið er fyri limir, men man kann tekna seg sum lim. 

Dagurin verður leygardagin 3.juni kl. 12.00 – 15.00 

Byrjað verður við drekkamunni, so verður frítt spæl, hugni og prát í Bylgjuni. Bylgjan er er ein stór amboðs/fimleika- og ítróttarhøll. 
Umleið kl. 14.00 fara vit á hotel Runavík at fáa okkum burgara, chips og sodavatn. 
Tiltakið er ókeypis. Cøliakifelagið rindar fyri matin. 
Fyri at kunna bíleggja matin mugu vit vita, hvussu nógv vaksin og børn vit verða. Svarast kann við at senda sms til 268683 ella við telduposti til coliaki@coliaki.fo áðrenn 31. mai  

vegna Cøliakifelagið  

Sonja Tausen, forkvinna 

Aftur
Skrivað: Hans Jákup Danielsen