Tað nýggjasta um cøliaki – ráðstevna í Oslo 27. septembur

Skrivað 02. september 2023

Ráðstevna um nýggjastu vitanina innan gransking í cøliaki verður í Oslo mikudagin 27 septembur. Á ráðstevnuni verður ein røð av fyrilestrum har fremstu serfrøðingar á økinum leggja fram úrslit av gransking síni, ið millum annað snýr seg um cøliaki, autoimmunar sjúkur, kost og sjúkugreining av børnum. Sí skránna í leinkjuni. Málbólkur er fakfólk, læknar, føðslufrøðingar og lesandi – men ráðstevnan er fyri øll, ið eru áhugað. Fyrireikararnir strika undir, at fakliga støðið er høgt á ráðstevnuni. Millum fyrilestrarhaldararnar er Trond S. Halstensen, professari og yvirlækni, sum vitjaði Cøliakifelag Føroya fyri nøkrum árum síðani og helt fyrilestur fyri fullsettum sali í Smæruni.

Leinkja til ráðstevnu og tilmelding HER

Aftur
Skrivað: Bjørt Samuelsen