Aðalfundur og fyrilestur við Jóhonnu á Tjaldrafløtti

Skrivað 22. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Cøliakifelagnum verður mánakvøldið 6. mai kl 18.30 í Starvsfelagshúsinum, J.H.Schrøtersgøta 9, Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkum felagsins. Tveir nevndarlimir standa fyri vali. 

Eftir aðalfundin fer Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya at hava fyrilestur um góðan og føðsluríkan mat uttan gluten. Eftir framløguna verður høvi at spyrja og at práta saman. 

Vit fara eisini at njóta eina góða máltíð frá Sp/f Oddvør.

Til ber at tekna seg sum lim í felagnum. 

Verið hjartaliga væl komin!

Nevndin

Aftur
Skrivað: Bjørt Samuelsen