Fyrilestur um ovvirkaðan mat, kostráð og cøliaki
Eftir aðalfundin hjá Cøliakifelagnum, sum verður 7. mai, fer Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, at fortelja okkum um ovvirkaðan mat, cøliaki og góð kostráð.
Nógv av dagliga kosti okkara, eisini glutenfríur matur, er ovvirkaður. Hetta er matur, sum er nógv virkaður og har ymisk evni eru latin í matin. Tað kann vera litevni ella smakkevni, haldførisevni, sukur, salt, bíligt feitt og evni at fáa passaliga tjúkt. Dømi um ovvirkaðan mat er góðgæti, sodavatn, mikrobylgjurættir (t.d. frystir burrito ella pizza), kips, morgunmatarvørur (maisflykrur o.t.), keks og køkur. Hesin matur hevur ofta lítið av góðum føðsluevnum, men nógvar kaloriur.
Ovvirkaður matur kann viðvirka til yvirvekt, hjarta- og æðrasjúkur og aðrar heilsutrupulleikar, etur ein nógv av slíkum mati. Men hesin matur nýtist ikki at vera ósunnur, og kann eisini vera heilt í ordan at eta. Millum annað hetta, fer Malan at tosa um.
Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, er leiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Aðalfundurin
Árligi aðalfundurin verður mikukvøldið 7. mai 2025 kl. 18.30 í Starvsfelagshúsinum, J.H.Schrøtersgøta 9, Tórshavn.
Skráin verður sambært viðtøkum felagsins.
- Ársfrásøgn frá Sonju Tausen, forkvinnu.
- Roknskapur og ásetan av limagjaldi
- Val av nevnd og grannskoðara
- Ymiskt – orðið er frítt
- Máltíð frá Sp/f Oddvør Skarðhamar
Tríggir av fimm nevndarlimum standa fyri vali. Um tú kundi hugsað tær at stilla upp til nevndina, so ert tú hjartaliga væl komin at boða okkum frá – ella at bjóða teg fram á fundinum.