Vælkomin til familjutiltak við hugna og spæli í Bylgjuni í Runavík.
Dagurin er ætlaður til, at familjur og børn við cøliaki kunnu hittast, spæla og eta saman. Tiltakið er ætlað allari familjuni.
Tiltakið er fyri limir, men man kann tekna seg sum lim.
Dagurin verður leygardagin 31.mai kl. 12.00 - 15.00
Byrjað verður við drekkamunni, so verður frítt spæl, hugni og prát í Bylgjuni. Bylgjan er ein stór amboðs/fimleika- og ítróttarhøll.
Umleið kl. 14.00 fara vit á Café Cipo at fáa okkum glutenfría pitsa, kips, grýturætt, rís og sodavatn. Tiltakið er ókeypis. Cøliakifelagið rindar fyri høll og mat.
Fyri at kunna bíleggja matin mugu vit vita, hvussu nógv vaksin og børn vit verða. Svarast kann við at senda sms til 268683 ella við telduposti til coliaki@coliaki.fo í seinasta lagi hósdagin 22. mai
vegna Cøliakifelagið
Sonja Tausen, forkvinna