Aðalfundur 2026 og fyrilestur um nýggja gransking innan cøliaki

Skrivað 17. mai 2026

Aðalfundurin hjá Cøliakifelagnum verður mikukvøldið 20. mai 2026 kl. 18.00 í Starvsfelagshúsinum, J.H.Schrøtersgøta 9, Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
 
Aftaná aðalfundin hava Dorrit Bech Joensen kommunulækni og Jóhanna M. Petersen serlækni fyrilestur um nýggja gransking innan cøliaki.
 
Vit fara eisini at njóta eina góða máltíð frá Sp/f Oddvør.
 
Nevndin

Aftur
Skrivað: Hans Jákup Danielsen