Okkara hjartamál
Hjartamál
Skapa vitan og uppmerksemi um glutenviðkvæmi
Vera felagsskapur og netverk fyri fólk við cøliaki
Fáa handlar, matstovur, stovnar og onnur at bjóða glutenfrían mat
Arbeiða fyri rættindum og umstøðum hjá fólki við glutenviðkvæmi

Aðalfundur og fyrilestur við Jóhonnu á Tjaldrafløtti

Aðalfundurin hjá Cøliakifelagnum verður mánakvøldið 6. mai kl 18.30 í Starvsfelagshúsinum, J.H.Schrøtersgøta 9, Tórshavn. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Tveir nevndarlimir standa fyri vali.  Eftir aðalfundi…

Tað nýggjasta um cøliaki – ráðstevna í Oslo 27. septembur

Ráðstevna um nýggjastu vitanina innan gransking í cøliaki verður í Oslo mikudagin 27 septembur. Á ráðstevnuni verður ein røð av fyrilestrum har fremstu serfrøðingar á økinum leggja fram úrslit av gransking síni…

Familju­tiltak í Bylgjuni í Runavík

Vælkomin til familjutiltak við hugna og spæli í Bylgjuni í Runavík  Dagurin er ætlaður til at familjur og børn við cøliaki kunnu hittast, spæla og eta saman. Tiltakið er fyri limir, men man kann tekna seg sum…

Birita Háskor - Mamma Brosa

“Um vit skulu út at ferðast, eru boðin í føðingardag ella skulu til okkurt tiltak, so er matur altíð nakað, vit mugu fyrireika áðrenn. Ta fyrstu tíðina var hetta sera avbjóðandi og krevjandi, men við tíðini venur man seg við tað, og tað gerst lættari. Tað er tó ikki altíð, at eg raki rætt, og tað er komið fyri, at eg havi givið honum bollar við, og so luktar tað av nýbakaðum vaflum á staðnum. Tí seti eg veruliga prís uppá, tá fyriskiparar nevna matin, tey fara at bjóða, tí bollin er also ikki líka lekkur, tá tað angar av nýbakaðum vaflum,”

Elly Lind Jóanesarson

“Í dag hugsi eg als ikki um, at eg havi cøliaki, tá ið eg hugni mær saman við vinkonum. Tað er lætt at fáa glutenfríar vørur, og tað er als ikki so torført at gera lekran glutenfrían mat. Og vinkonurnar hjá mær eru fantastiska umhugsnar, so eg hugsi sjáldan um, at eg eri øðrvísi enn tær. Heima eta maðurin og børnini partvís glutenfrítt. Pasta, sós og køkur geri eg altíð glutenfrítt, og breyð eta tey við vanligum mjøli í.”

Sandri Færø

“Einaferð skuldi eg vera við í postarenning saman við einum toymi. Men ein postur var at eta skipskeks og síðan blása í eina ballón, og tað kundi eg sjálvandi ikki, og toymið fekk tí eitt vánaligari úrslit. Tað eru sovorðin smá ting, sum gera tingini fløkt viðhvørt, og sjálvandi hevði eg viljað, at eg ongantíð gjørdist sjúkur, men eg havi verið noyddur at góðtaka støðuna og havi lært meg at liva við henni.”
Góðar frásagnir
Skriva eina frásøgn

Marita Olsen

Skúli og heilsuverk megnaðu illa at lofta smágentuni Marita Olsen var millum fyrstu føroyingar, sum fingu staðfest cøliaki. Hon fegnast í dag um stóru batarnar, sum hendir eru. Tí tað var ikki bara sum at siga tað at vaksa upp við sjúkuni, tá Marita…

Birita Háskor

Best, tá Brosi kann eta sum hini Brosi var bara 19 mánaðar gamal, tá ið hann fekk staðfest cøliaki. Og hann tók beinanvegin matin í størsta álvara og ansar framvegis sera væl eftir, at hann ikki fær nakað, sum hann ikki tolir. Tá hann gekk í vøggus…

Elly Lind Jóanesarson

Cøliaki í Føroyum á Facebook Eg fekk staðfest cøliaki, longu tá ið eg var 20 mánaðar gomul. Eg hevði forstoppilsi, og læknin bað mammu lata vera við at geva mær mjólk í eina tíð. Ein dagin eg lá í vogninum og svav, fór eg brádliga at gráta ógvisliga…

Sandri Færø

Ávirkar alt lívið Sandri var 12 ára gamal, tá ið hann fekk staðfest cøliaki, og tá hevði hann verið sjúkur í eini tvey ár. Mammubeiggin var sera sjúkur um hetta mundið og fekk staðfest cøliaki. Eg hevði tá verið illa fyri í eini tvey ár, hevði pínu…

Unn Bloggar
Mit navn er Unn – en meget madglad færing, som elsker at bage og afprøve nye opskrifter.
Jeg har i lang tid gået og tænkt over at dele mine erfaringer med andre der er interesseret i glutenfri bagning og mad. Så denne blog er tænkt som lidt inspiration til dem, der er i samme situation som mig, dem der af andre årsager undgår gluten eller dem der har nogen i omgangskredsen, der lever glutenfrit og derfor vil blive klogere på det. Jeg bliver selv meget inspireret af andre der lever glutenfrit og læser om det i diverse bøger, på blogs og hjemmesider.
Vitja bloggin hjá Unn
Stuðlar